Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søguligt val

Jákup Ósá

FSF hevði aðalfund í dag, har tvær kvinnur blivu valdar í starvsnevndina.

FSF skrivar:
Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, tá árligi aðalfundurin hjá FSF varð hildin á Tórsvølli leygardagin.

Talan gjørdist um eitt søguligt val, tá val til starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya var á skránni á árliga aðalfundinum seinnapartin leygardagin.

Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar sessirnar, ið skuldu mannast, og tá avtornaði, vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald.

Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk.

Starvsnevndin hjá FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason, Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen.

Harleywoodpaint