Í november kemur nýggj, fitt myndabók um Ludda og Lundisu!
Nýggja bókin eitur Luddi og Lundisa fara langa leið. Tað er fjórða bókin um fittu lundapisurnar.
Um bókina:
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi.
Tær flúgva upp um dalar og fjøll. Sólin skínur. So verður alt myrkt. Brumm brumm brumm, hoyra tær. Knappliga eru tær í eini risastórari holu.
Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
Søguløtur:
Í sambandi við útgávuna vera tvær hugnaligar søguløtur fyri børn 5. november, har rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, fer at lesa bókina. Onnur verður í Klaksvíkar bókasavni kl. 11, og hin verður í Rit og Rák í SMS kl. 14.
Øll eru hjartaliga vælkomin!



