Hátturin “sokking” í sambandi við kloakkarbeiði merkir, at ein sokkur verður drigin ígjøgnum vatnrørini og verður útblástur av dampi móti vegginum av rørinum í nakrar tímar og verður herdur har. Í roynd og veru ger man harvið eitt “rør inni í rørinum”. Tað er hesin hátturin, sum er tiltrongdur at brúka í Klaksvíkar Kommunu, sigur Kristoffur Olsen, sum var samskipari av Kloakkráðstevnuni í Skálanum í gjár
– “Tørvur er á hesum á Kráargøtu, har vit hava verið, og sami tørvur er eftir Gerðagøtu og allari Geilini. Tørvur er eisini á Stoksoyravegi og møguliga eisini á Nólsoyar Pálls gøtu, har kloakeringin eisini er rættiliga gomul”, sigur Kristoffur, og heldur fram:
– “Tær áirnar í Klaksvík, sum eru innilokaðar fara ígjøgnum betongrør, ið eru soleiðis háttað, at tey eru 1 metur long, síðani kemur eitt skoyti, so aftur ein metur og so skoyti og so framvegis. Tað sigur seg sjálvt, at tað lekur umkring tey skoytini, men um man legði ein sokk á, so fekk man alt við. Sjóborg legði fleiri betongrør, sum eg minnist frá 1960’unum, og aftaná teir tók Kanjon yvir. Tær allarflestu rørleggingarnar við betongrørum eru keyp frá Kanjon”.
Men óansæð hvat, so tekur tað langa tíð at skifta, og kostnaðurin er óvissur, men tað er í øllum førum sera snilt at sleppa undan at grava, sigur Kristoffur at enda. Arbeiðið, teir hava verið í gongd við nú, var 370 metrar, og tað tók einans 3 dagar og neyvan man nakar borgari hava verið órógvaður av tí. Hetta tí at ongin grevstur var neyðugur.




