Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sóknast eftir motorbáti

Jóhann Lützen

Vit sóknast eftir einum gomlum motorbáti í samband við ein stuttfilm, sum gongur fyri seg í Klaksvík í 1950 árunum, alt hevur áhuga, sigur Mariann Sofisdóttur við Norðlsið

 

Stuttfilmurin kallast Ein raskur drongur og snýr seg um 7 ára gamla Karl, hvørs hundur skal avlívast. Talan er um eina veruliga søgu úr Klaksvík, sigur Mariann.

Upptøkurnar til filmin skulu gerast í døgunum 2. august – 6. august og motorbáturin hevur ein týðandi leiklut. 

Vit hava leita, men hava ongan bát funnið og heita tí á fólk um at venda sær til okkum, um tey hava áhuga at lána okkum ein motorbát líknandi tí á myndini, sigur Mariann. 

Vit lata 5.000 krónur fyri lán av bátinum, sigur Mariann. 

Áhugaði kunnu skriva t-post til Mariann her.