Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sól og summar: KÍ kvinnur – B36

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Tað hevur verið at kalla brennandi sól allan dag í Klaksvík. Á Djúpumýru brendi sólin eisini undir kvinnudstinum ímillum KÍ kvinnur og B36. Dystuirin endaði við einum stórsigri til KÍ 9-0. Var tað ikki fyri framúr málmansavrik hjá B36 málverjanum, so var lítið at ivast um, at sigurin hjá KÍ hevði verið nógv størri.

Málini skutu: Malena Olsen 2, Tóra Mohr 2, Sólja Ernstdóttir 2, Durita Hummerland 2 og Maria Vinjardsdóttir Johansen 1.

Dagsins leikari gjørdist Durita Hummerland.