Tá SAS í mars 2017 tekur upp flúgvingina millum Vágar og Kastrup, fer felagið at flúgva á hesi rutuni hvønn dag í vikuni.
Tá SAS í mars 2017 tekur upp flúgvingina millum Vágar og Kastrup, fer felagið at flúgva á hesi rutuni hvønn dag í vikuni. Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag verður flogið úr Kastrup klokkan 10:15 (danska tíð), og úr Vágum klokkan 12:10. Fríggjadag, leygardag og sunnudag verða tíðirnar hesar:
fríggjadag:
úr Kastrup klokkan 9:35 úr Vágum klokkan 11:30
leygardag:
úr Kastrup klokkan 16:45úr Vágum klokkan 18:40
sunnudag:
úr Kastrup klokkan 9:15 úr Vágum klokkan 11:10
Fyrstu ferð eitt SAS-flogfar fer á veingirnar á hesi leiðini verður sunnudagin 26. mars.




