Tað kundi ikki vera fremmant fyri nøkrum, at táið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin komu framat, fóru teir at fremja tað, teir høvdu lovað, sum teir nú við 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini hava útinnt. – Teir fingu meiriluta við Framsókn – Sambandsflokkin lati eg liggja her!
Hugleiðing, sum Jógvan við Keldu fyrrverandi borgarstjóri, tingmaður og landsstýrismaður hevur skrivað á Facebook fyri løtu síðan:
Hesir tríggir samgonguflokkar – serliga tveir av teimum – hava seinastu árini givið ilt av sær yvirfyri borgarliga veinginum, at tað eru teimum í Føroyum, at tað gongst ov væl hjá, tey vinna ov nógvan pening og hava billað fólki inn, at TAÐ HEVUR VIÐ SÆR, at onnur fáa ov lítið.
Ein meiriluti føroyinga fekk Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn á okkara høga ting til at fremja ein ræðandi vinstravendan politikk, sum kann geva frumvinnuni álvarsligt bakkast!
Ivist heldur ikki í, at onkrir reiðarar, fleiri, sjómenn og ávís mongd av arbeiðarum – sum liggja tætt at vinnuni – hava valt hesar vinstravendu flokkar, sum nú – møguliga – fyri at fáa meiri í Landskassan so rekast kann ein dyggur vinstravendur politikkur – mær dámar ikki at fara so langt, sum at siga marxistiskan!
Nú siga tey: “Bíða bara til komandi val, tá fer at venda”!
Vit fáa at síggja! Eitt hevur lutfalsliga langa lívið lært meg: “Politiska minnið er stutt!”!
Fari bara at enda hendan mánamorgunin við frænda mínum Símuni av Skarði, við seinasta ørindi úr tjóðsanginum:
“Eg níðí tí niður í bøn til tín, Gud: Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága, – av Gudi væl skýrd – At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar , mítt land”!
Ynski øllum mínum FB-vinum eina góða og gylta arbeiðsviki!



