À samkomu í Glyvra Hanusarhúsið í Norðragøtu mánakvøldi, handaði Jan Petersen Presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvik, Lauru Olsen sum vegna stuðulsfelagi hjá Sóljubussinum, sum eigur og rekur bussin hjá Sjúklingar hotellinum í Keypmannahavn, ein kekk á 10.000 kr.
Í stuttari viðmerking frá Lauru Olsen og Jústines Justinussen, sum umboðaðu Sóljubussin, at tey eru sera takksom fyri tann stuðul sum verður veittur teimum í hesum sera neyðuga arbeiði, tey standa fyri. Bussurin er frá 2014 og trongir til ábøtur og dagligur drift kostnaður skal eisini avgreiðast.

Til dagligt verða gjørdir tríggir túrar hvørja viku, vanliga mikudag, leygardag og sunnudag, ymsa staðir runt í nærumhvørvinum í Keypmannahavn, og eru sjúklingarnir sera takksamir fyri henda møguleika.
Tí frøðir tað eisini okkum í Lions at stuðla hesum eldsálum í teirra arbeiði, sigur Jan Petersen




