Sólveig og Vibeka lesa um ymsan heilivág í apotekinum
Á apotekinum starvast farmakonomar, farmaceutar og hjálparfólk. Tað er seks farmakonomar og ein farmakonomnæmingur, síðani eru tað apotekarin, farmaceutur og ein farmaceutlesandi og trý hjálparfólk.
Sólveig og Vibeka valdu at fara í starvsvenjing í apotekinum, tí tær høvdu hoyrt um onkran annan, ið hevði veri her, og tað ljóðaði sera spennandi. Tær hoyrdu um, at man slapp at prøva eitt og hvørt. Tær dáma væl her og halda at tvær vikur í starvsvenjing er ov lítið.
Sólveig og Vibeka fortelja, um at tær væl høvdu tíma lært her í apotekinum. Tær siga at her er spennandi, stuttligt og læruríkt.
Sólveig og Vibeka visti ikki, hvat man gjørdi her áðrenn man fór í starvsvenjing, tær roknaðu við, at tær kanska skuldu seta vøru uppá pláss. Men tað er langt frá, hvat tær gera, tær sleppa t.d at standa aftan fyri kassan, vera í reseptir, tær sleppa eisini á sjúkrahúsið og fáa eisini vitan um, hvussu tað er, at starvast á apotekinum.
Mikudag gera tær uppgávur, ið lærlingar á apotekinum gera. Hettar ger, at tær fáa ein hóming av, hvørju skúlating ein næmingur hevur.
Á apotekinum verða tað gjørdar kanningum millum annað av nøgdsemi. Sólveig og Vibeka eru við til at gera eina kanning, har tær kanna nøgdsemið hjá kundinum í samband við fakliga ráðgeving.














