Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Son of Fortune á FríðuTónar í kvøld

Tekst og myndir: Dávur Winther

Framúr dugnaligi sangarin, sangskrivarin og tónleikarin – Benjamin Petersen var á pallinum saman við fantastiska ”Trongamanninum” úr Fuglafirði, Jan Rúna Poulsen til FríðuTónar í kvøld. Tað er almanna kent, at Benjamin er dugnaligur sangarin, sangskrivarin og tónleikari. Hann brúkar nógvar ymiskar tónleikastílir.

Hann bleiv veruliga kendur við bólkinum “AVE”, sum spratt úr, at Petur Jensen kendi seg so eina og Benjamin nakað tað sama eina tíð. Samarbeiðið var hildið undir heitinumn KFUM, sum teir tá eyðmerktu til: “Kaseraðir føroyskir ungir menn”.

Benjamin hevur sungið við bæði Teitur og Eivør. Men nýggjasta skotið á stammuni er fløgan “Voodoo Pop”, ið er framleidd í Nashville.

Benjamin greiddi frá ferðum í Nashville, har hann kom at kenna og spæla saman við m.a. Kris Kristofferson, og at hann einaferð vildi sleppa til konsert hjá Willie Nelson.

Tá ið Benjamin kom framat portrinum, var alt útselt. Hann ringdi síðani til Kris Kristofferson, sum greiddi fløkjuna fyri Benjamin, og hann slapp inn til konsertina hjá teimum bestu av øllum.

Benjamin er og var fantastikur. Tó at hann stóð einsamallur við einum guittari, so fekk hann tað at ljóða sum eitt orkestur við sínum fantastiska guittarspæli – Sjálvandi hjálpti Jan Rúni væl við sínum hegnisliga trummuspæli. Men at tveir so lítillátnir menn kunnu fylla eitt rúm so væl, er einastandandi!

Tað er torført at eyðmerkja Benjamin ella Son Of Fortune í ávísa tónléikagrein, tí teir spenna so víða. Rock, syra, skitið, funk, men kanska serliga blues, man vera eitt av sermerktu eyðkennunum í kvøld – Væl vitandi, at tónleikarar ikki dáma at verða settir í bás – serliga ikki Benjamin.

Men fyllan við hesum fittu og dugnaligu monnum var serstøk. Rúni hevur serliga konservatorie útbúgving í trummum, sum hann eisini undirvísur í. Benjamin er eisini útbúgvin tónleikari av Konservatorinum – Aftur við hegni gevur hetta dugnaligu tónleikarunum eina rúgvu!

Tá ið eg fór at kanna eftir, vísti tað seg at vera sama stóra trumman, sum eg spældi uppá í 1969 í Fuglafirði í síni tíð, nýtti Jan Rúni, sum hann hevði lænt frá Fuglafjarðar Hornorkestri.

Enn stuttligari er, at Jan Rúni og dóttir mín, Emma hava sitið á aftasta beinki saman til student á Kambsdali í síni tíð.

Jan Rúni er úr Tronganum, sum hevur røtur til Brúnna í Fuglafirði og hava tey eitt sermerkt skemtiligt huglag. Tá ið eg spurdi Rúna um førleikarnar hjá dóttrini at leika í skemtiliga ”dansinum”, svaraði hann sannførandi, at tað dugdi hon væl, tí hon hevði so nógv gott íborið, sum hann tók upp aftur fleiri ferðir.

Saman við sínum bólki, hava Benjamin og Jan Rúni bergtikið áhoyrarar í Danmark, Noregi, Týsklandi, Spania, Italia, Russlandi og USA við sínum hegnisliga spæli og oftani djúpu tekstum.

Hesa ferð var tað á Fríðu í Klaksvík