Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sonni Eliassen Europameistari í Kettlebell

Oliver Joensen

Vikuskiftið 09. – 11. november, luttók Sonni Eliassen í europameistaraskapinum í Kettlebell í Porto, Portugal. Her luttók hann í tveimum greinum: Long Cycle og Biathlon. 

Fríggjadagin luttók hann í “Long Cycle” – sum innan olympiska vektlyfting eitur “Clean and Jerk”. Kappingin fer fram á tann hátt, at luttakarin hevur 10 min at lyfta so ofta sum gjørligt. Sonni stóð allar 10 minuttirnar og lyfti 2 x 32kg tungar kúlir 44 ferðir. – úrslitið var eitt flott 1.pláss.

Sunnudagin luttók hann so eisini í “Biathlon” – tað eru tvær greinar í einum: Jerk og Snatch.

Kettlebell ítróttur hevur sín uppruna í Russlandi, har tað eisini er tjóðarítróttur.

Tríggjar stórir felagsskapir skipa fyri kappingum innan hesa ítrótt, tað er kanska at líkna saman við felagsskapirnar innan boksing.

Felagsskapurin, sum Sonni Eliassen luttók í í Porto eitur WKSF.

Sonni Eliassen er ættaður úr Fuglafirði og undirvísir í fullpower í Klaksvík.