Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonni Poulsen talar á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20

Betesda

1. januar 1980 fór Sonni Poulsen av Sandi til Onglands á bíbliuskúla hjá NTM.

Í juni 1981 giftist hann við Julie, sum er úr USA.

Í 1985 fóru tey í fulltíðar tænastu fyri HARRAN í Papua Ný Guinea, har tey virkaðu í 21 ár.

Eftir hetta vóru tey í USA í 8 ár at hjálpa mammu Julie og børnunum.

Í 2015 fluttu Julie og Sonni til Onglands at undirvísa á skúlanum hjá NTM í North Cotes uttan fyri Grimsby.

Fyri 3 árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna.

Síðan tá hava tey búð í USA, har Sonni hevur havt vanligt arbeiði.

Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn. Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM.
Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.

Julie og Sonni eru í løtuni her heima og vitja, og mikukvøldið verða tey við á møtinum í Betesda kl. 20, har høvi verður at hoyra ein boðskap frá Sonna og sjálvandi eisini at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin