Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søren Pape Poulsen deyður

Norðlýsið

Formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark, føldi seg illa á einum innanhýsis fundi í flokkinum. Hann endaði á sjúkrahúsinum, men lívið stóð ikki til at bjarga.

– Tað er við stórari sorg, ar vit kunngera, at formaður okkara í dag kl. 13.13 doyði, skrivar Søren Vandsø, skrivari hjá tí Konservativa flokkinum til donsku bløðini.

Formaðurin fekk í gjár eina heilabløðing, meðan innanhýsis fundur var í flokkinum. Hann var koyrdur til Odense Universitetshospital, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.

Søren Pape var formaður í Konservativa flokkinum, hann hevur verið ministari í donsku stjørnini hjá Lars Løkke frá 2016 til 2019.

Hann hevur eisini verið borgarstjóri í Viborg kommunu frá 2010 til 2014.

Søren Pape Poulsen gjørdist 52 ár.