Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søvndal vil aftur í politikk

Helgi Abrahamsen

Tað endaði alt so brádliga í desember 2013, tá táverandi danski uttanríkisráðharrin Villy Søvndal varð noyddur at leggja frá sær og gevast heilt í politikki, eftir at hann hevði havt ein blóðpropp í hjartanum.

Men nú sigur gamli formaðurin í SF, at hann er til reiðar at gerast politikari aftur. Á landspartavalinum í komandi ári fer Villi Søvndal at stilla upp í Region Syddanmark.

“Eg havi styrkina til tað nú. Eg havi tað gott og eg eri púra frískur aftur. Og eg sakni politikk eftir ein tríára steðg. Eg kenni meg at vera klára til stríðið,” sigur Villy Søvndal við netmiðilin Altinget. Og hann heldur fram:

“So nú vil eg leggja mína styrki í at tryggja eina sterka Region Syddanmark, har eg havi búð alt mítt vaksna lív.”

Villy Søvndal er 64 ára gamal.

Harleyfacadeacryl