Rebus leggur í hesi løtu síðstu hond á spæliplássið við Mylnutún.
Her er gjørt rættiliga nógv við spæliplássið, og ein partur er sparkivøllur við nýggjum grasslíki. Eisini er nýggj góð og høg girðing gjørd rundan um vøllin við nýggjum betongarðum.
Eitt kurvabóltsnet er sett upp, so vøllurin kann brúkast til so mangt ymiskt. Ein lagalig rampa gjørd til koyistólar og vognar, heldur enn trappur, so tað slepst lættliga til økið.
Stutt sagt eitt nýtt prýðiliga spælipláss.
Eftir ætlan skuldi sambært skránni hjá “Virki vár” og Norðoyastevnuskránni verðið eitt hald á spæliplássinum fyri, at tað nú verður tikið alment í nýtslu, men hetta haldið er fyribils avlýst vegna sóttina.
















