Tað er ein greiður fíggjarligur fyrimunur fyri fyritøkur, kommunur og stovnar at endurnýta papp og pappír. Sum dømi kostar tað 40 kr pr. kubikki at lata makulerað pappír til endurnýtslu, meðan tað kostar 218 kr. at brenna tað.
Her er sostatt ein sparing á heili 445 % at heinta pr. kubikk. Tað sama ger seg galdandi fyri alt væl skilt papp og væl skilt pappír.
Kanning sum nýliga gjørd av Cowi um endurnýtslu í Føroyum vísir, at vit í Føroyum kundu endurvunnið dubult so nógv papp og pappír enn vit gera.
IRF vil tískil vísa á góðu møguleikarnar sum fyritøkur, kommunur og stovnar hava at spara pening, samstundis sum tær kunnu rætta umhvørvinum eina hond





