Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sparing sum munar: Mobilan tjóðpall heldur enn tjóðleikhús

Jóhann Lützen

Síðani aldarskiftið hava vit sæð framvøksturin av heilt mongum glæsiligum pallum kring alt Føroya land. Eftir Mentanarhúsið í Fuglafirði eru komin SALT á Tvøroyri, Løkshøll í Runavík og innan leingi verður Varpið í Klaksvík eisini tikið í nýtslu. Tað er tí ein stór, óneyðug almenn útreiðsla at fara undir eitt tjóðleikhús á Bursatanga í Havn.

 

(Grein úr blaðnum)

 

TEMA: Norðlýsið hjálpir landsstýrinum at rationalisera

Í Havn er, sum nú er, bæði sjónleikarhús og Norðurlandahúsið við pallum, ið eru væl egnaðir, ja, eru skraddaraseymaðir til leiklist, umframt at Kongshøll eisini væl kann brúkast til endamálið. Verða tey núverandi hølini hjá Tjóðpalli Føroya konverterað til venjingarhøli, ber til at skapa eitt ferðandi tjóðleikhús, sum røkkur út í flest øll øki í landinum, umframt sjálvandi Havnina, og harvið verður palllistin atkomulig fyri so at siga allar føroyingar. 

Tað er tí margháttligt at byggja enn eitt leikhús har, sum trý frammanundan eru, og vænta, at fólk úr øllum heraðshornum skulu valfarta til Havnar og aftur, bara tí man frá landsins síðu vil frávelja teir lokalu leikpallarnar. 

Útbúni sjónleikarin Bárður Persson var í 2020 frammi og segði, at tað verður sjáldan, at tað fer at verða tørvur á einum tjóðleikhúsi við 400 plássum. Hann mælti eisini til at brúka teir lokalu pallarnar kring landið til ein “mobilan tjóðpall”, sum heldur enn at brúka kanska 350 milliónir uppá at uppfinna djúpa tallerkin umaftur. Í øðrum lagi, um onkur insisterar uppá at gera tjóðleikhús í Havn, so skuldi tað verið í minni formati við kanska 100 plássum. Hesar hugsanir Perssons kunnu hoyrast í samrøðu við Kringvarp Føroya 20. januar 2020. 

Væl vita vit, at tankarnir um tjóðleikhús á Bursatanga eru inspireraðir av – ivaleyst við einum farra av øvundsjúku – Operahúsinum í Keypmannahavn og serliga Hørpuni í Reykjavík. Stórir, prangandi stoltleikar við imponerandi útsjónd fram við marina’ini. Og vit vita, at okkara politikarar sera fegnir vilja hava okkurt stórbært at sýna fram fyri fremmandum útsendingum, diplomatum og politiskum starvsbrøðrum og -systrum. Men vit í Føroyum hava longu – við ringum royndum, má leggjast afturat – gjørt Glasir, ið politikarar kunnu brúka til tað endamálið. 

Hví ikki hugsa nýtt heldur enn apa okkum eftir hørpu og operahúsi? Ein mobilur tjóðpallur hevði verið úrslit av originalari hugsan (sum Bárður Persson sjálvandi skal krediterast fyri), hevði fylt virksemi inn í lokalu leikhúsini, ið sum kunnugt standa tóm nógv kvøld um árið, eins og man hevði spart okkum skattgjaldarum fyri hundraðtals milliónir við ikki at gera enn eitt leikhús, sum eisini fer at standa tómt meginpartin av árinum. Ein mobilur tjóðpallur hevði sanniliga skapt yvirskriftir uttanlands, nakað sum eitt avrit av Hørpuni neyvan ger. Tí hvar aðrastaðni kemur eitt tjóðleikhús út í flestu krókarnar í landinum? 

Sum politikari er tað freistandi at reisa varðar og monument fyri sær sjálvum, sum man kann peika á og siga, at “handan bygningin tók eg stig til”. Hetta nevnist “hybris” við einum fremmandaorði. Við t.d. Glasi og H-bygninginum framdu politikararnir hybris og vórðu raktir av Nemesis. Bygningarnir endaðu sum byggigølur, har hundraðtals milliónir fóru fyri skeytið, og ongin vil taka “æruna” av teimum. Tað sama kann lætt henda, um politikararnir aftur fremja hybris við at blaka fleiri hundrað milliónir afturat eftir enn einum óneyðum prestisjuprojekti.

Lata politikararnir rationalitetin ráða, brúka teir pallarnar, sum longu eru gjørdir.