Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spennandi aðalfundur í Føroya Banka

Jóhann Lützen

Vanliga eru aðalfundir bankans bert ein avgreiðsluspurningur. Men í minsta lagi tvey viðurskifti tala fyri, at tað kann gerast ein spennandi aðalfundur í høvuðssæti bankans hósdagin.

Val av nevndarlimum og støddin á vinningsbýtinum. Hetta eru tær báðar stóru avgerðirnar, sum partaeigarar avgera á árliga aðalfundinum hjá flestu fyritøkum. Og júst hesir báðir spurningar eru ikki avgreiðsluspurningar á aðalfundinum hjá Føroya Banka í ár. 

Ongin nøvn eru sett á nevndarlimir

Vanliga kunnger bankin nøvnini á teimum nevndarlimum, sum eru í uppskoti til at blíva vald á aðalfundinum, tá kallað verður inn til aðalfundin. Innkallingin fór út sum børsfráboðan tríggjar vikur áðrenn aðalfundin, tann 29. februar 2024. Innkallingin sigur tó onki um, hvør er í uppskoti at blíva valdur í nevnd bankans. Sostatt hevur nevndin heldur ikki skotið seg sjálva upp til afturval. 

Í løtuni eru hesi aðalfundarvald í nevnd bankans: Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna, Rúni Vang Poulsen, næstformaður, Birgir Durhuus, Marjun Eystberg, Kristian Reinert Davidsen og Tom Ahrenst. Harumframt eru Kenneth Samuelsen, Alexandur Johansen og Rúna Hentze starvsfólkaumboð í nevndini. Upplýsingar um verandi nevnd síggjast á heimasíðu bankans

Hinvegin hevur nevndin í innkallingini skotið upp, at aðalfundarvaldu nevndarlimirnir framyvir skulu verða vald fyri tvey ár í senn, og ikki á hvørjum ári sum nú.

At velja limir í eina bankanevnd kann vera ein drúgv tilgongd, tá lógin um fíggjarligt virksemi setur strong krøv um førleikar og royndir hjá nevndarlimum og tí samlaðu nevndini eisini. 

Vinningsbýtið er 135 milliónir krónur minni

Í samband við almannakunngerð av ársroknskapi bankans boðaði leiðslan frá, at nevndin fór at skjóta upp fyri aðalfundinum, at víkjast skal frá vanliga vinningsbýtispolitikkinum. Sambært vanliga politikkinum rindar bankin 70 prosent av úrslitinum eftir skatt, sum fyri 2023 svarar til 215 milliónir krónur. Men skotið verður upp einans at rinda 80 milliónir krónur í vinningsbýti. 

Orsøkin er, at leiðsla bankans ynskir at vera fyrivarin í mun til “eitt ivamál um eitt óavgreitt mál í Fíggjareftirlitinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi, sum kann ávirka kapitalgrundarlagið negativt”. Bankin hevur alment greitt frá, at um danska Fíggjareftirlitið heldur fast um sína fyribils niðurstøðu, at fastognarmarknaðirnir í Føroyum og Grønlandi ikki eru so væl mentir, má bankin avseta hesar 135 milliónir krónur meira av í kapitali. Um Fíggjareftirlitið hinvegin velur at bakka, kann bankin rinda tær 135 milliónir krónurnar antin á einum eykaaðlfundi í ár ella á aðalfundinum komandi ár. 

Marknaðurin tók ikki væl ímóti hesum boðunum í februar, tí kursvirðið bankans lækkaði við yvir 10 prosentum. Ella við 192 milliónum krónum, sum er væl meira enn tær afturhildnu 135 milliónir krónurnar. Spurningurin er tí, um tað bert verður ein avgreiðsluspurningur at samtykkja hetta uppskot til vinningsbýti.

Sostatt er lagt upp til ein spennandi ársaðalfund á høvuðsskrivstovu bankans á Oknarvegi í Havn hósdagin klokkan 17. 

Harleyfacadeacryl