Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi Norðurljósdagur í dag – Lion King á Djúpumýru

Oliver Joensen

Beinta Árnadóttir er fyriskipari, vit hittu hana á Djúpumýru fyri løtu síðani og hon sigur, at hon hevur fingið nógvar jaligar afturmeldingar frá vaksnum og bønum, hon heldur at fólk eru spent upp á tiltakið.

Upprunaliga skráin er broytt nakað, soleiðis at tiltøkini í dag byrja klokkan hálvgun fimm við kyndlagongu og kommunan fer at bjóða grýturætt við mentanarhúsið (Posthúsið) tá kyndlagongan er komin har og so klokkan hálvgun átta verður filmframsýning á fótbóltsvøllinum. Til tiltakið hava tey fingið ein gita stóran skerm at seta upp. Spennandi undirhaldið byrjar í dag klokkan hálvgun fimm. Beinta leggur afturat, at tað hevur verið ein sonn frægd at skipa fyri og eg havi møtt vælvild allastaði, tað vísir seg sum at øll vilja stuðla undir.

Niðanfyri er skráin fyri í dag

Fríggjadag 26. januar

Kl. 16.30: Ljósgonga gjøgnum Klaksvík

Finnið ljóssvørðini, blinkiskógvarnar, lummalyktirnar og sjálvlýsandi oyralokkarnar fram!

Leygardagin fara vit at lýsa býin upp við at ganga ljósgongu frá Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32 til Posthúsið – at leiða ljósgonguna koma Rakul Ró og Annika Kunoy Im.

Við Posthúsið fara vit saman at gera og avdúka eitt listaverk, og hita okkum við grýturætti frá Gepetto.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin – minnist til at hava ljós við.

 

Kl. 18.30: Útibiografur við Djúpumýru

Hevur tú nakrantíð verið í uttandura biografi? Ljóðar hugnaligt, ha? Tað verður tað nevniliga, tá vit hittast við vøllin til teknifilm á stórskermi fríggjakvøldið á Norðurljósi. Filmurin á skránni er Disney-klassikarin Lion King, sum eisini er millum best umtóktu sangleikirnar á Broadway, so høvið er gott at syngja við eisini. Filmurin verður vístur á vøllinum og skermurin vendir beint móti áskoðaraplássunum í skýlinum.

Útibiografurin er ókeypis og øll eru vælkomin – minst til kavadrakt ella teppi.

 

Kl. 21.00: Disko Borðoyarvík

Tónleikur og dansur er framúrskarandi háttur at hita likamið, og fríggjakvøldið er forkunnugt høvi til tess, tá Urbanus diskar við tunnilin, sum knýtir Kráargøtu og gamla oyrarvegin saman undir Mækjuvegi frammi við Borðoyarvík. Øðrvísi og stuttligt verður tað – og kanska eitt sindur kalt, so ver væl ílatin!