Leygardagin er næst seinasti róðurin á skránni. Hesin róðurin verður á vestanstevnu, sum í ár verður í Sandavági.
Leygardagin verður fyrsta stevnan, har bara verður róð 1000 metrar. Spennandi verður at síggja, hvat hetta kemur at ávirka úrslitini í stóru bátastøddunum.
Áhugin fyri kappróðri í norðoyggjum er stórur í ár. Kanska serliga hjá klaksvíkingum, nú Klaksvíkingurin hevur fingið góð úrslit.
KRF hevur tríggjar FM manningar við til róðurin leygardagin. 8-mannafarið, Nevið Reyða, rør fyri fyrstu ferð í ár. 6-mannafarið við kvinnum, Páll Fangi, og 10-mannafarið, Klaksvíkingur, hava verið við til allar róðrarnar í ár, og hava úrslitini verið góð. Felags fyri báðar hesar bátarnar er, at teir vóru millum lítið og einki í bátinum áðrenn norðoyastevnu.
Páll Fangi hevur eisini tikið seg nógv fram síðani norðoyastevnu og hava fleiri róðrar verið fremsti báturin stóran part av teininum. Men Gongurálvur hevur ein góðan endaspurt og hava tær vunnið seg framum klaksvíks kvinnurnar hvørjaferð. Á varmakeldu var Gongurálvur 2 sekund frammanfyri Páll Fanga.
Hjá 10-mannaførunum hevur talan verið um sera spennandi kappingarár higartil. Burtursæð frá jóansøkuni, tá Klaksvíkingur hevði uppvísningsróður, so hevur talan verið um sera tættar róðrar millum Klaksvíkingin og Eysturoyingin. Klaksvíkingur hevur vunnið tríggjar róðrar, meðan Eysturoyingur hevur vunnið ein. Á norðoyastevnu komu báðir bátarnir javnir um málið. Klaksvíkingur valdi ikki at rógva umaftur – ivaleyst av taktiskum orðsøkum – og so fekk Eysturoyingur 7 stig fyri ta stevnuna. Sostatt er Klaksvíkingur 1 stig frammanfyri Eysturoyingin undan stevnuni leygardagin. Alt bendir á, at talan aftur verður um sannan gysara í 10-mannaførum hesuferð. Talan verður í høvuðsheitum um ein langan spurt, nú bátarnir rógva 1000 metrar, meðan teir hesar seinastu stevnurnar hava róð 2000 metrar.
Í Fuglafirði vóru nógvir norðoyingar og stuðlaðu 10-mannafarinum í Norðoyggjum og væntast kunnu kanska enn fleiri til hendan komandi róðurin.n




