Kendi danski rithøvundurin Sanne Udsen fer nú leygardagin 21. mai at halda fyrilestur um spennandi og tabu kenda evni ‘Psykopatar í klædningi’.
Í sínum bestsellara ‘Psykopater i jakkesæt’ skrivar Sanne Udsen: Um tú ert 30 ár og virkin á arbeiðsmarknaðinum, so hevur tú helst rent teg í ein psykopat onkustaðni. Kanska hevur tú haft ein sum stjóra, sum arbeiðsfelaga ella sum samstarvspartnara og helst undrar tú teg framvegis yvir, hvat tað var, sum hendi.
At verða útsettur fyri einum psykopati á arbeiðsplássinum er nakað av tí mest ræðandi, ein kan uppliva.
Sanne Udsen fer í sínum fyrilestri at sig frá, hvussu man varnast ein psykopat og ikki minni, hvat ein skal gera, um ein er so óheppin at renna seg í ein slíkan.
Tiltakið byrjar kl. 14:00 við Kafé NÚ og tónleiki við the Nolsøe Brothers, áðrenn Sanne Udsen er on við sínum spennandi tabuaktiga fyrilestri um psykopatar í klædningi.
Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo.




