Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sp/f Miðdalsenni hevur keypt nýggjan Pison

Jákup Ósá

Sp/f Miðdalsenni av Viðareiði, ið eigur línuskipið Pison, hevur keypt nýtt frystilínuskip úr Norra.

Talan er um Nyvoll Senior, sum er bygdur í Vági í 1987. Tá hevði skipið navnið Vestfart og var heimahoyrandi á Eiði.

Eyðstein Sørensen, sum er stjóri í felagnum og skipari á Pison, sigur soleiðis um orsøkina fyri at skifta Pison út.
– Tann Pison, sum vit hava nú er bygdur í 1961. Hetta er ikki nakar nýbygningur, frá 1987, men tað er eitt stór framstig fyri okkum og eitt skip, sum gevur okkum nógv betri møguleikar, serliga á fjarleiðum. Skipið er fyrst og fremst eitt frystilínuskip, men hevur eisini møguleika at samantvinna tað við at hava feskt t.d. upp undir endan á túrinum, um vit ynskja tað, tí skipið hevur tvær lastir. Pison kemur í stóran mun at royna undir Føroyum, á Flemish Kap og í Grønlandi. 15 mans vera við skipinum. Hann lastar 250 tons og minnir nógv um núverandi Jákup B, sigur Eyðstein Sørensen við Norðlýsið.

Nýggja frystilínuskipið fær navnið Pison og verður yvirtikið 5. januar í 2021. Prísurin verður ikki upplýstur.