Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SPORTbible um KÍ: Unreal Team Goal

Jóhann Lútzen

Málið, sum KÍ skoraði á Víkingini, hevur vakt ans uttanlands. Fyri kortum legði vælkenda heimasíðan, SPORTbible, eitt link út á sína facebook síðu, har filmsbrotið verður víst.

Fleiri enn 1.000 fólk hava dámt uppslagið og eisini hevur filmsbrotið fingið 55 viðmerkingar og 32 deilingar.

Tað var eisini eitt sera væl spælt mál, ið okkara menn fingu móti Víkingi við heili  12 avleveringum.

Ein langur bóltur frá Víkingi endaði hjá KÍ málverjanum Markus O. Pettersen. Síðani byrjaði KÍ at byggja upp afturi frá, meðan Víkingur trýsti frammi á vøllinum og eftir 12. avleveringina skoraði Luc Kassi.

Tá høvdu 10 av teimum 11 leikarunum hjá KÍ verið á bóltinum í uppbyggingini. Eitt framúrskarandi væl spælt álop. Kanska tað besta spælda í Betri Deildini í ár og kanska taåð best spælda hjá KÍ í fleiri ár, serliga havandi styrkina á mótstøðuliðnum í huga, tí Víkingur er sera gott lið í júst trýstspælinum.