Í dag 4. juni stóð á Norðoyastevnuskránni, at kl. 16.30 verður ”Kavarin” á Hellisenda avdúkaður av Dáva Høgnason, abbasyni Erling Høgnesen, sum var ein av stigtakarunum til stabban á Hellisenda í síni tíð.
Men hetta tiltakið er fyribils útsett. Tað er óvist nær tað verður, men kanska vónandi til komandi vikuskiftið, alt eftir hvussu sóttarstøðan tá er.
Tað eru menninir undir Føroya Sjómannadegi, sum á sinni settu Kópakonuna upp í Mikladali, ið hava staðið aftanfyri hetta tiltakið, saman við Klaksvíkar Kommunu.
Í toyminum hesaferð hava verið Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen. Ólavur Samson eigur hugskotið og Klaksvíkar Kommuna hevur stuðlað peningaliga.
Archibald Black hevur sniðgivið, Norðoya Blikksmiðja hevur skorið stálið til og Kjartan Hansen sveisað tað saman til tað listaverk, sum nú er komið upp at standa á stabbanum.
TTS hevur stuðlað við og gjørt eina serliga LED-ljóskipan á “Kavran”, sum verður rikin við battaríi, og tola ljósini tey nos úr briminum, sum kunnu væntast.
Í gjár eydnaðis tað eini maskinu hjá kommununi at ”krúpa” eftir helluni við Kavaranum og fáa hann settan uppá stabban.
So vit mugu brynja okkum við toli til haldið verður so skjót, sum umstøðurnar loyva tí.







