Fíggjarlógarálit er nú lagt fram, og meirilutin skjýtur upp ein rakstarvøkstur upp á 4,9%. Hetta er sami vøkstur, sum Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, skeyt upp 30. september, og tann sami, sum fíggjarkarmarnir løgdu upp til. Millum annað fær Klaksvíkar Sjúkrahús 700.000 krónur meira.
Fíggjarnevndin hevur ikki tikið nakað ódnartak í nevndarviðgerðini av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum. Rakstrarvøksturin og undirskotið verða at kalla tey somu, sum Ruth Vang skeyt upp, at tey skuldu vera, og talan er sum heild bert um smávegis broytingar. Okkurt undantakið er tó, treyðugt so, men samlaðu broytingarnar eru bert áljóðandi 9 milliónir.
Tað kemur neyvan fyri, at meirilutauppskotið ikki verður samtykt, og tí kunnu vit helst staðfesta, at úrslitið verður tað, sum meirilutin skjýtur upp. Viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi er støðan tann, at minnilutin eisini vil lata somu hækking, so tað kann sjúkrahúsið gleða seg til. Tað stendur eisini, at pengarnir ikki longur skulu vera ”felags fyri sjúkrahúsverkið”, men rakstrarjáttan til Klaksvíkar Sjúkrahús burturav. Eisini stendur, at peningurin er ætlaður til útreiðslur av nýggja skannaranum.
Í meirilutanum í Fíggjarnevndini sita Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, Javnaðarflokkurin; Eirikur í Jákupsstovu, Tjóðveldi; Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen í Framsókn.
Málráðið, sum hevur ligið lamið ein stóran part av 2024, kann síggja fram til 300.000 krónur afturat í 2025.
Tann heilt stóri vinnarin er Sjósavnið á Argjum, sum fær 2.500.000 krónur afturat, stendur tað til meirilutan – og tað ger tað helst. Harvið fellur helst ein steinur frá hjartanum á formanninum fyri Sjósavnið, sum herfyri skrivaði, at um Løgtingið ikki vil stuðla, fara aðrir íleggjarar møguliga at trekkja sín stuðul aftur. Og her er talan um eina samda Fíggjarnevnd; minnilutin hevur sama uppskot.
Minnilutin hevur fleiri uppskot um batar í Norðoyggjum, eitt nú 1 millión til vegir á Kalsoynni, 1 millión til byrgingina um Haraldssund, og so skjýtur minnilitin harumframt upp at raðfesta havnirnar á Fugloynni. Eisini skjýtur minnilutin upp at minka játtanina til tjóðleikhúsið í Havn við 2 milliónum. Men av tí at talan er um minnilutan, verður hetta neyvan samtykt.
Í minnilutanum í Fíggjarnevndini sita Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Magnus Rasmussen skjýtur upp at lata vera við at minka ríkisveitingina úr Danmark, men tí taka hvørki hinir báðir í minnilutanum ella nakar í meirilutanum undir við.
Men sum heild má sigast, at broytingarnar, sum meirilutin í Fíggjarnevndini skjýtur upp, av fíggjarlógaruppskotinum í fíggjarlógarálitinum eru smáar, og at Føroya fólk sum heild kann vænta sær tað sama, sum Ruth Vang stillaði teimum í útsikt, tó við nøkrum undantøkum so sum Sjósavninum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.




