Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stangavegurin asfalteraður

klaksvik.fo

Nú er koyrandi eftir Stangavegum, bæði suðureftir og norðeftir, og upplýst verður, at í komandi viku verða gongubreytirnar asfalteraðar

 

Arbeiðið á Stangavegnum hevur verið umfatandi, men avgjørt neyðugt, tí sera nógv ferðsla er á hesum strekkinum. Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski um at uppraðfesta Stangavegin, tí er tað gleðiligt, at vegurin nú er umvældur og breiðkaður, umframt nýggir gonguteigar, vegristir og bakkantar. Fipur er eisini lagt í vegastrekkið.

Tá ið gonguteigurin, sum bindur Nólsoyar Pálsgøtu saman við Stangavegum, verður gjørdur, og dagføringin kring Varpið verður liðug, so verður væl gangandi um alla Buktina. 

Harleyfacadeacryl