Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stangavegurin dagførast

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í longri tíð hava ymisk uppskot verið uppi at venda, um hvussu hesin vegurin verður gjørdur meira tíðarhóskandi.

Ynskiligt er at føra Stangavegin norðureftir í rættari breidd við gongubreyt fram við í báðum síðum, røttum linjuføringum og góðum íbindingum í aðrar vegir.

Sum partur av hesum sama verður eisini vegur gjørdur niðan í ”Kongaríkið” so her eisini er betri atkoma til hetta gamla búøkið, ið ikki hevur havt veg.

Síðani fyrist í árinum hava maskinur hjá kommununi grivið framvið Borg, so ein rættur stuðlaveggur kundi gerast her, heldur enn ein brattur óskipaður skrái. Hesin stulagarðurin skal eisini førast longur norður.

Ein nýggj og lagaligari íbinding verður gjørd í Garðavegin og Stangaskálið, og sum sagt skal linjuføringin eftir sjálvum Stangavegnum gerast lagaligari her.

Fyri at kunna fremja hetta í verki, eru hús tikin niður, og onkur skulu helst takast niður afturat eisini.

Arbeiðið, sum lutvíst byrjaði í 2022 heldur fram í ár, fyri at fáa peningin at strekkja til – Í ár eru settar kr. 7 mill av ti endamálið.

Jú, hetta arbeiðið eftir stangavegnum fer at bøta um ferðslutrygdina eisini hjá teimum gangandi.