Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Starvsfólk til Blómugarð á Húsum

klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatali eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk. Starvsbyrjan er skjótast møguligt.

 

Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024 og eru í aldrinum 2 til 5 ár. 

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
  • Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
  • Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina
  • Arbeiðstíðirnar kunnu skipast eftir ferðaætlanini
     

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 
     

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn: 

Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 30. oktober 2025.
GG. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og rætti umsøkjari verður settur skjótast til ber.

Harleyfacadeacryl