Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Starvsfólkabygningurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður tømdur

Jóhann Lützen

Í sambandi við at starvsfólkabygningurin skal høvuðsumvælast í næstum, verður alt innbúgvið í bygninginum tikið út. Tað er alt húsarhaldsinnbúgv, so sum sengur, kommodur, stólar og borð – umframt ymisk køksting

 

Alt innbúgvið og lutirnir verða latnir til Dugna, til almannagagnligt endamál. Talan er um nógv innbúgv, tí eru bingjur settar við gongubreytina á Víkavegnum. 

Mjølnir menninir, sum skulu luttaka í CEV Challenge Cup seinni í ár, hjálpa til at taka alt innbúgvið út. Teir rindaðu sær møðina og fingu okkurt gott at eta.