Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Starvsvenjing á Veðurstovuni

Veðurstova Føroya

Kai Helgi Ljósstein hevur júst verið í starvslæru á Veðurstovuni, har hann hevur hjálpt starvsfólkunum við nógvum ymiskum

Ymiskt er, hvat tey ungu hava áhuga fyri, tá ið tey leita sær eftir starvslæruplássum sum parti av 9. flokki. Veðurstovan hevur í fleiri umførum ikki verið før fyri at taka næmingar inn, men í ár kom hol á aftur.

Kai Helgi Ljósstein, sum til dagligt gongur á Skúlanum á Argjahamri, er nú júst liðugur við sína starvslærutíð á Veðurstovuni í Tórshavn.

Hesa tíðina hevur hann roynt at verið í ymiskum pørtum av dagliga arbeiðinum, so sum:

– Lært at brúkt forrit, ið veðurfrøðingar arbeiða við

– Gjørt sína egnu 24-tíma forsøgn, sum var brúkt bæði á heimasíðuni og í Kringvarpinum.

– Lært at fylla á ballónbingjuna, sum sendir upp veðurballónir

– Verið við úti og savnað inn vitan hjá veðurkønum á Streymnesi, um staðarveðrið har í bygdini, umframt at hava  eftirkannað staðveðrið í ymiskum bygdum á Sandoynni

– Loyst ymiskar átrokandi praktiskar uppgávur, sum hava ligið á láni

– Verið við á fundum við bæði við MRCC og nýggja landstýrismannin 

– Síðst og ikki minst, so hevur hann verið við at talgilt eldri veðurdáta, sum higartil bert hava verið tøk í ríkisarkivinum, men sum frameftir fara at verða løgd á heimasíðuna  

Vit á Veðurstovuni takka honum fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Veðurstovan vónar hereftir at kunna taka næmingar inn í starvsvenjing á hvørjum ári.