Steffen Gram gav eina hugvekjandi umrøðu av politsiku heimsmyndini í gjár á Spinnarinum í Klaksvík, hagar hann var boðin í sambandi við Torradagarnar.
Hann kom vítt umkring, og helt fyri, at vit í friðarligu Føroyum skulu ikki halda okkum sita einsamøll her og verða óavirkað av tí, sum rørist úti í heimi.
Í altjóða samfelagnum reka nýggir politiskir vindar. Einaveldis rák ganga í hergongu í fleiri londum í Europa. Nationalisman stendur alsamt betur í fólkaeygum. Bretar eru í ferð við at snáva út úr Europeiska Samveldinum, og hvat hendir síðani við EU?.
Vit standa á eggini til eitt handilskríggi, metti Steffen Gram. Gamlir sannleikar og royndar samgongur sum eitt nú NATO eru ikki longur óvikandi høgdar í stein. Tær ridla.
Man kann undrast á, at Trump í stórum parti av USA er væl líddur – tað hevur Purin eisini verið í Russlandi, men hevur ikki so góða undirtøku longur millum fólkið. Báðir spæla við “musklulumun” og dáma ikki væl felagsskapir, sum onkusvegna skulu vera viðvirkandi til frið og samhandil s.s. Nato og EU, og fleiri aðrir felagsskapir/avtalur, ið fremja hetta sama – afturat kemur Kina við sínum til tíðir duldu dagsskrá, men hví er Kina so áhuga í Íslandi og Grønlandi, spurdi Steffen Gram, tíðindamaður á DR eisini á Torradøgunum Klaksvík.
Allur hesin spenningur kann hava ávirkan á samhandilin og treytirnar fyri hesum sama, sum Føroyar hava við Russland og USA – eisini verður hildið, at hóttanarprátið hjá Trump kann hava valutaávirkan á Dollaran.








































