Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasir váttar í kvøld, at ein næmingur á Glasir er vorðin sjúkur av coronavirus

John William Joensen

Eg kann vátta at næmingurin er testaður positivur fyri coronavirus, COVID-19. Tíbetur hevur næmingurin ikki verið á skúlanum, síðan hann kom heim við flokki sínum úr útlandinum.

Rektarin á Glasir sigur at tá ferðalagið fór av landinum hósdagin í seinastu viku vóru eingin frámæli frá heilsumyndugleikunum í Føroyum ella í Danmark.

– Men longu dagin eftir var støðan broytt og tí avgjørdu vit í samráð við heilsumynduleikarnar at avlýsa námsferðirnar.

– Tá so klassin við smittaða næminginum kom heim mikudagin, boðaði næmingurin frá at hann kendi seg illa fyri og tí bóðu vit allar næmingarnar og lærararnar um at fara í sjálvboði sóttarhald beinan vegin og tað gjørdu tey so og eingin av teimum hava verið á skúlanum síðan.

– Síðani vóru royndir tiknar av sjúka næminginum og í dag komu so boðini um at næmingurin er testaður positivur fyri coronavirus.

– Hetta var ógvuliga harmiligt fyri næmingin, ið er raktur av hesum og fyri ferðalagið. Landslæknin hevur fingið yvirlitið yvir hvør var við í ferðalagnum og kontaktupplýsingar.

– Tað er sjálvandi landslæknin, ið avgerð hvat nú skal henda, men eg havi mælt øllum í ferðalagnum framhaldandi at vera í sóttarhaldi heima til tey frætta frá landslæknanum.

– Eg havi eisini kunna starvsfólk, lærarar og næmingar á Glasir um at dóttir mín partur av ferðalagnum, og eg havi tí avgjørt at eg fari beinanvegin í sjálvboðið sóttarhald heima við hús. Eg havi sjálvandi møguleika at arbeiða heimanífrá eins og vit nú komandi 14 dagarnir skuldi gera, sigur Steinbjørn Hardlei rektari í kvøld.