Stóra fiskivinnustevnan North Atlantic Fish Fair lat upp ídag, og norðoyingar vóru væl umboðaðir.
Fish Fair tiltakið á Sandvíkarhjalla í Havn má sigast at vera sera væl fyrireikað og stórsligið og ímillum útstillarnar vóru eisini fleiri úr Norðoyggjum, harímillum Klaksvíkar Kommuna, sum við Rana Nolsøe sum samskipara hevði syrgt fyri einum "samfingnum" bási úr Norðoyggjum. Í dag vitjaði millum onnur, eisini borgarstjóri Steinbjørn O. Jacobsen.
Serstakliga vóru fólk, sum vitjaðu á básin hjá Klaksvíkar Kommunu bergtikin av simulatiónsbiltúrinum ígjøgnum Norðoyatunnilin niðan á Vágsheyg og norður á Brekku.




