Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Steinbjørn skoraði sítt fyrsta mál í fyrstu nerting í dystinum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Steinbjørn Olsen skoraði sunnudagin sítt fyrsta mál í bestu deildini.

Steinbjørn kom inn í yvirtíðini móti EB/Streymi sunnudagin. Og í fyrstu nerting gjørdi hann ikki mætari enn at smekka bóltin í málið og avgera dystin. Hetta var fyrsta málið í bestu deildini hjá 21 ára gamla Steinbirni, sum er skrásettur fyri 8 dystir í bestu deildini.

Sum sæst á myndunum, so var abbin, sum er fyrrverandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen, eisini fegin og stoltur eftir dystin.