Rokfiskiskapur hjá línuskipunum á Flemish Kap.
Tað er rokfiskiskapur á Flemish Kap hjá føroysku frystilínuskipunum.
KVF segði á middegi, at bátarnir lógu um 45.000-60.000 pund um døgnið. Eins og síðstu árini, so er fiskiskapurin so góður, at fyri tað mesta stendur bara á at frysta.
Fiskiskapurin byrjaði 7. januar. Skipini, ið royna á Flemish Kap, eru Klakkur, Ågot, Kambur, Eivind og Stapin. Øll eru frystilínuskip.



