Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypafinaluni

Tíðindaskriv

Mjølnir vann fyrstu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 – 1 sigri.

Mjølnir kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-17, men SÍ svaraði aftur og vann tað næsta 25-22.

Men so vísti Mjølnir aftur styrki sína og vann tey bæði næstu settini.

Klokkan 19,00 í kvøld verður avgjørt um tað verður Fleyr ella ÍF, sum Mjølni skal møta í steypafinaluni 2. Mars.

Settini endaðu 25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.

Allar finalurnar kunnu síggjast á https://kvf.fo/live/2 umframt at lurtast kann á FM 1 á http://midlar.fo/