Team Klaksvík og StÍF spældu landskappingardyst í kvøld.
Team Klaksvík kom niður á mun á eitt mál í seinna hálvleiki, men síðstu minuttirnar vann StÍF og at enda við fýra málum.
Hálvleiksstøðan var 16-14 til StÍF, har liðini fylgdust nærum allan hálvleikin. StÍF endaði fyrra hálvleik betri og byrjaði seinna hálvleik betri. Strandingar fingu eina leiðslu á fýra mál, men um miðjan seinna hálvleik kom Team Klaksvík aftur og minkaði niður í eitt mál. Men síðsta partin av dystinum var StÍF eitt vet betri og vann at enda 30-26.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Christoffer Madsen við 7 málum. Síðani komu Sámal á Tjaldrafløtti(5), Vilhelm Vilhelmsen(5), Jens Pauli Mohr(3), Hørður F. Sigtórsson(3), Finnur Hansson(2) og Beinir Johannesen(1). Toppskjútti hjá StÍF var rani A. Højgaard við 8 málum. Pætur Ó. Barclay, Pætur Johansen og Jóannes A. Prestá skoraðu fýra mál.




