Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjólu frá grýlum

Foreldur

 

Týskvøldið gingu tríggir 10 ára gamlir vinmenn grýlu í Klaksvík. Stutt áðrenn teir ætlaðu sær heim við fullum posum av bommi, komu trý ung og tóku posan við grýlubommi frá tí eina dreinginum. Dreingirnar hava greitt frá, at hesi ungu stóðu still á vegnum, tá teir komu gangandi har. Brádliga tá teir ganga framvið, tekur annar av eldru dreingjunum og heldur fast um tann eina dreingin, ímeðan hin eldri drongurin skrykkir posan við bomminum frá yngra dreinginum. Síðani runnu øll trý avstað oman brekkuna.  Tey vóru í svørtum klæðum og høvdu svartar húgvum ella helsi, sum dekkaðu andlitið. Hetta gekk fyri seg um 21-tíðina á Klaksvíksskákinum á veg oman móti Reyðhúsi. Dreingirnir vóru á veg til ommu tann eina, men komu ikki so langt.

Hesir tríggir vinmenninir vóru allir ógvuliga kløkkir og keddir. Teir tordu ikki at ganga heim, men ringdu eftir foreldrunum. Eisini siga teir nú, at teir illa tora út aftur at ganga grýlu komandi ár.

Foreldrini siga, at tey eru ógvuliga hørm um, at tílíkt skal henda. Tað er púra óneyðugt. Um hesi eldru børnini vildu hava grýlubomm, ja so kundu tey sjálv farið út at gingið grýlu ístaðin fyri at gera seg inn á børn, sum eru yngri og samstundis gera tey bangin. Gott hevði verið, um foreldur og onnur avvarandi kunnu tosa við ung um, at tílíkt ikki er í lagi. Tíbetur er hetta ikki gerandiskostur í Føroyum, og allarflestu høvdu neyvan funnið upp á hetta, men kortini vilja foreldrini hava, at boðskapurin kemur út.