Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjóraskifti í Trygd

Tíðindaskriv

Janus Thomsen, sum hevur verið stjóri seinastu 11 árini hevur ynskt at royna nýggjar leiðir og í hansara stað er Brian Smedemark komin.

Tíðindaskrivið hjá Trygd ljóðar soleiðis:

 

Góða roknskaparúrslitið hjá Trygd fyri 2017 verður samstundis tað seinasta við Janusi Thomsen sum stjóra. Eftir 11 ár í Trygd, harav 7 ár í stjórasessinum, ynskir Janus nú at royna nýggjar leiðir, og hann hevur tí sagt starvið frá sær. Nevndin í Trygd er sera hørm um at siga farvæl við stjóran, sum hevur staðið á odda fyri stóru framgongdini hjá Trygd seinastu árini.

“Janus hevur verið ein fyrimyndarligur stjóri og starvsfelagi, og hann hevur uppiborið stóra tøkk og virðing fyri sítt arbeiði og tey mongu góðu úrslit, ið hann hevur rokkið. Hann hevur ment nýggjar og slóðbrótandi tryggingar, økt um kundaskaran og styrkt kappingarstøðuna hjá felagnum munandi. Tað er sostatt eitt sterkt og nýhugsandi Trygd, sum vit nú kunnu lata upp í hendurnar á nýggju leiðsluni at føra víðari fram á leið,” sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.

Nevndin og Janus Thomsen hava fyrireikað stjóraskiftið í eina tíð, og nýggjur stjóri er nú settur. Nevndin fegnast um, at Brian Smedemark hevur játtað at taka við stjórastarvinum eftir Janus Thomsen. Brian er 37 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur eitt nú starvast sum fíggjarstjóri í Føroya Tele (2013-2016) og sum marknaðarstjóri í Tele-Post í Grønlandi (2016-2017). Nýggi stjórin byrjar í starvinum beinanvegin.

Harleyfacadeacryl