Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin í Norðoyatunnlinum avsannar at bummgjaldi er kostnaðarmikil innkrevjing

John William Joensen

Í samrøðu við Norðlýsið í gjár vísti Ewald Kjølbro stjóri í Landsverk á, at við verandi innkrevjingarskipan í undirsjóvartunnlinum, kostaði tað borgarum landsin 40 oyru eyka, hvørjaferð tunnilsfeløgini skuldu brúka eina krónu til viðlíkahald. Men hettar avsannar Uni Danielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlinum í brævið til Norðlýsið í Morgun.

 
 
Uni Danielsen skriar:
Síggi grein í Norðlýsinum har umrøtt verður, hvat kostnaðurin er hjá P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum er at krevja pening inn. Eg kennist ikki við tølini.
 
Útreiðslur til innkrevjing í 2017 vóru kr. 3.280.003,83. Í hesum útreiðslum eru: Húsaleiga, lønir, sølufremjing, Q-free, skrivstovuhald, telefon, teldur/tøkni og grannskoðan. Samlaðu inntøkurnar í 2017: Norðoyatunnilin kr. 21.028.013, Vágatunnilin kr. 16.573.297, íalt kr. 37.602.310.
 
Sostatt er kostnaðurin at krevja eina krónu inn 9 oyru í 2017:   3.280.003,83 / 37.602.310  =  kr. 0,09 
 
Í 2016 vóru inntøkurnar kr. 39.556.203 og um vit rokna við sama innkrevjingarkostna sum í 2017, var kostnaðurin at krevja eina krónu inn í 2016: 3.280.003,83 / 39.556.203 = kr. 0,08