Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan byrjaði kappingina við sigri

Oliver Joensen

Hol varð sett á eitt nýtt hondbóltskappingarár í dag, tá Stjørnan og VB hittust í KÍ-høllini. Stjørnan fekk betri byrjanina, og hevði leiðsluna fyrstu 20 minuttirnar. Hesa løtuna var spælið hjá heimaliðnum á góðari leið, men spælið varð í løtum nógv merkt av stórum broytingum á liðnum. Liðið er ikki nóg væl samanspælt, og seinastu 10 minuttirnir vóru merktir av nógvum mistøkum hjá heimaliðnum, meðan tað var meira flow yvir spælinum hjá VB. Tá leiktir vóru 25 minuttir, tók VB leiðslnuna, støðan var tá 11-10 til VB. VB helt leiðsluna til hálvleiks, og kundu fara til hálvleiks við eini leiðslu uppá 15-12.                                                         

Tað gekk javnt á allan seinna hálvleik, tó var tað VB sum fyri tað mesta hevði eina leiðslu uppá 2 mál. Men tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, fekk Stjørnan betur stýr at spælinum, serliga góðan mun vísti tað seg at gera, at Jancy H. Poulsen kom á vøllin. Tá umleið 5 minuttir vóru eftir at leika tók Stjørnan leiðsluna, støðan var tá 25-24 til Stjørnuni. VB megnaði ikki at svara aftur, og endaði dysturin við einum 29-26 sigri til heimaliðið. Samanumtikið ein javnur dystur sum kundi fara báðar vegir, men varð tað Stjørnan, sum dróg longra stráðið, tá samanumkom.                                                                                                                       

Makedonska Savica Mrkikj kann blíva ein fongur fyri Stjørnan, hon hevur eitt skot, gjørdist toppskjútti við 10 málum. Uttan iva kann meira fáast burturúr henni, um hon verður meira uppspæld til skot. Nýggi málverjin Nina Abramovic stóð seg eisini væl. Ella Samson, sum hevur fingið nýggja leiklut á liðnum sum strikupælari, stóð seg væl.                                                                                                                                                             

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli í móti Neistanum.

Málini hjá Stjørnuni gjørdu: Savica Mrkikj 10, Durita L. Johansen 5, Ella Samson 4, Valentina Landri 4, Jancy H. Mohr 4, Miriam Bethuelsedóttir 1 og Sarah Berthou 1.