Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan fær vitjan av H71

Oliver Joensen

Eftir stórtap móti Kyndil fyri viku síðani, skulu kvinnurnar hjá Stjørnuni í dag royna seg ímóti H71, og tað verður helst en trupul uppgáva hjá heimaliðnum.

Sum vit nevndu fyri viku síðani, so er liðið hjá Stjørnuni munandi skert í mun til seinasta kappingarár, við tað at hvørki Jancy Jacobsen ella Mina Sirdal eru tøkar, og í dystinum seinasta sunnudag móti Kyndil, var Tóra Eliasen, sum er ein av lyklaleikarnum, so óheppin, at hon breyt vinstra tummul, og hon verður sostatt heldur ikki tøk næstu dystirnar. Dysturin byrjar kl. 15.00.