Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan fær vitjan av Kyndil

Oliver Joensen

Sunnudagin kl. 15.00 verður dystur KÍ-høllini, tá kvinnurnar hjá Kyndil vitja Stjørnuna

Liðini hava bæði leikt tveir dystir í hesum kappingarárinum. Stjørnan hevur tapt báðar sínar dystir, meðan kyndlakvinnur hava vunnið báðar sínar dystir. Fyrst tapti Stjørnan nakað óvæntað á heimavølli móti StÍF, síðani taptu tær á útivølli móti VÍF, sum verður mett at verða ein av FM-kanditatunum. Betur hevur gingið hjá Kyndil. Fyrst vunnu tær trygd á Neistanum, og síðani bleiv tað til sórsigur á StÍF.

Stjørnukvinnurnar skulu royna at reisa seg eftir báðar ósigrarnar, men tað verður nok ein trupul uppgáva, tí Kyndil má metast at verða favorittur til at vinna dystsin.