Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan og Neistin, í morgin sunnudagin kl. 13.30

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Sunnudagin taka kvinnurnar hjá Stjørnuni ímóti Neistanum, vegna serligar umstøður byrjar dysturin kl. 13.30.                                                                                                                       

Hondbóltskappingin bleiv skotin í gongd seinasta vikuskifti, og vunnu bæði Stjørnan og Neistan sínar dystir. Stjørnan vann , eftir ein javnan og spennandi dyst, á heimvølli ímóti VB, meðan Neistin heldur óvæntað vann greitt á Kyndil. Viðmerkjast skal, at stórspælarin hjá Kyndil Turid Arge Samuelsen sat uttanfyri við skaða, og saknurin av henni var stórur.                                                                                                                   

Spennandi verður at síggja, hvussu dysturin í morgin fer at laga seg. Tað er stór broyting á liðnum hjá Stjørnuni, og tað sást eisini í dystinum ímóti VB seinasta leygardag. Spælið var í løtum merkt av, at liðið ikki er nóg væl samanspælt enn.                                                                                                                                              

Sum nevnt, so verður dysturin bríkslaður í gongd kl. 13.30.