Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan steypavinnari

John William Joensen

Við sigri á Neistanum í steypafinaluni endurtóku Stjørnukvinnurnar bragdi frá í fjørð, tá tær eisini vunnu steypið.

At Stjørnan var mett at verða stórfavorittur, legði eitt ávíst trýst á Stjørnuleikarnar, og var spælið hjá teimum serliga í fyrra hálvleiki nógv merkt av mistøkum. Hóast Stjørnan hevði munin meginpartin av fyrra  hálvleiki, so so stríddust Neistakvinnurnar fyri sakini, og  eydnaðist tað teimum eisini at taka leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 11-10 til Neistan.
Í seinna hálvleiki setti Stjørnan leikferðina upp, og tað var skjótt, at tær hvødu tikið leiðsluna aftur, og sum fráleið, øktist munurin, og vísti Stjørnan til tíðir gott spæl. Endliga úrslitið gjørdist 27-22 til Stjørnuna, og Stjørnukvinnurnar kunnu annað árið á ræð kalla seg steypavinnarar.
Nógv fólk møtt upp at taka ímóti nýkosnu steypavinnarunum, tá tær komu aftur til Klaksvíkar.

Tillukku Stjørnan