Tað bleiv ikki til tann javna og spennandi dystin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF, sum væntað, tá liðini leygarkvøldið leiktu í KÍ-høllini. Tað gekk javnt á fyrsta korterið, men so hevði VÍF hug at draga frá Stjørnuni, og kundi fara til hálvleiks við eini leiðslu uppá 16-12.
Liðini skiftust um at skora fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og tá seinni hálvleikur var 13 minuttir gamal, var støðan 19-17 til VÍF, men so kom stígur í hjá heimaliðnum, og skuldi tað ganga 9 minuttir til tær skoraðu aftur, meðan VÍF hesa løtuna fekk sjey mál, og so var dysturin avgjørdur. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 31-22 sigur til VÍF.
Samanumtikið kann sigast, at tað var nógv meira flow yvir spælinum hjá VÍF, leikarnir fluttu seg nógv meira fyri hvørjum øðrum, enn hvat tilfeldið var hjá heimaliðnum. Í verjupartinum haltaði eisini hjá heimaliðnum. Málverjin hjá Stjørnun hevði fleiri góðar bjargingar, men hjálpin frá vejruni var ikki nógv.
Vit hava nevnt tað áður, at leikaratilfarið hjá Stjørnuni er betur, enn tað avrikað hevur verið í tveimum teimum seinastu dystinum. Tað má t.d. bera til, at fáa meira burturúr einum leikara sum Savica, hon er høg og hevur gott skot, hon skal bara spælast upp.
Her er nakað hjá Stjørnuni at arbeiða við, og møguleikarnir er avgjørt til tað, um rætt verður atborið.


































































