Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan tekur ímóti oddaliðnum

Oliver Joensen

Sunnudagin kemur oddaliðið hjá kvinnunum H71 á vitjan hjá Stjørnuni. H71 er greitt oddalið við 23 stigum, meðan Stjørnan er á fjóðra plássi við 16 stigum. H71-kvinnurnar eru rættilga væl fyri, tær hava í vetur luttikið í Europacup, og hava staðið seg væl.                                                                                                           

H71 má metast at vera favorittur, men um stjørnukvinnurnar spæla upptil sítt besta, kann talan blíva um ein góðan dyst. Liðini hava higartil í landskappingini leikt ein dyst ímóti hvørjum ørðum. Hóast H71 vann tann dystin 37-32, so varð talan um ein góðan og undirhaldandi dyst.                                                                

Dysturin sunnudagin verur bríkslaður í gongd kl. 15.00.