Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 29-22 á Søljuni

Oliver Joensen

Sunnudagin tók Stjørnan ímóti Søljuni í KÍ-høllini. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, tí Stjørnan legði seg framum beinanvegin.

Sigast má at klassamunur var á liðunum, sum hittust í KÍ-høllini sunnudagin. Stjørnan legði út við at leggja seg framum beinanvegin og tá einir 10 minuttir vóru leiktir, vísti máltalvan 6-2 til Stjørnuna. Gongdin helt á allan fyrra hálvleik, hóast ikki kann sigast at Stjørnan fekk spælið at glíða serliga væl. Hálvleiksstøðan gjørdist 14-7 til Stjørnuna. Stjørnan bara økti í seinna hálvleiki, og tá málmunurin varð eini 10 mál, avgjørdi venjarin at seta tær yngru kreftirnar inn og tá megnaði Søljan at minka nakað um munin, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 29-22 til Stjørnuna.