Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vitjar EB í kvøld

Innsent

Tað eru framstig at hóma hjá Stjørnuni, eftir at liðið hevur bjóðað av ímóti liðunum um ovaru plássini í stigatalvuni.

Í kvøld klokkan 19 vitja Stjørnukvinnurnar EB í høllini í Eiði.

Í mun til undanfarna dyst ímillum liðini, er EB viknað nakað á leikarasíðuni og hava mist tríggjar av útlendingunum – tvær farnar av landinum aftur og Jovana Stranjanac, stinni málverjin sum hevur leikt í Kyndil í nógv ár, er darvað av skaða. 

Stjørnukvinnurnar hinvegin vísa framstig ímun til kappingarbyrjanina, tá ið Neistin eyðmýkti Stjørnuna við stórsigri í KÍ høllini. Síðstu tíðina hevur Stjørnan megnað at bjóðað av ímóti ovaru liðunum og gongd er komið í málskjótingina. 

Fyri Stjørnuna er umráðandi at fáa fult úrtak – vinna tær í dag, eru tær fýra stig frammanfyri EB og liggja á einum fimta plássið, sum gevur atgongd til eitt kvartfinalupláss.

Dysturin sæst á live.hsf.fo

Mynd: VB.fo