Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjórnin í Danmark ynskir at viðtaka kravið um koronupass aftur

Áron Sofus Høgnason Vest

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur í kvøld saman við Magnus Heunicke, heilsumálaráðharra, Søren Brostrøm, stjóra í Heilsutjórnini og Henrik Ullum, stjóra í Statens Serum Institut, havt tíðindafund um koronustøðuna í Danmark.

Mette tók fyrst til orðanna. “Vit vænta at smittan økist, at trýstið á heilsuverkinum økist og samstundis økist tørvurin á sjúkrahústænastum eisini. Hetta er gingið nógv skjótari enn væntað.”

Danska farsóttarkommissjónin hevur rátt stjórnini til, at korona aftur skal síggjast sum ein samfelagskritisk sjúka. Hetta er fyri at ítøkilig tiltøk kunnu setast í verk. Tað hevur danska stjórnin við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á odda, tikið til sín. Danska stjórnin ynskir nú at viðtaka kravið um koronupass aftur. Hesaferð verður tað tó á útvaldum støðum, so sum til konsertir, á barr, á dansistøðum, í kirkjum og samkomum, har fleiri enn 200 fólk samlast. Tað merkir tó ikki, at markið fyri fólkamongd á einum innandura staði er 200 fólk. Tað merkir, at framvísing av koronupassið ella/og negativari test, verður krav, um útlit eru fyri, at fleiri enn 200 fólk samlast á viðkomandi staði.

Í næstu viku er kommunu- og regiónsval í Danmark. Sjálvsagt fer núverandi koronastøðan at hava sína ávirkan á hetta. Tó minnir danska stjórnin á, at allir viðkomandi myndugleikar samskifta tætt um hetta. Tað verður sjálvandi møguleiki fyri at atkvøða uttanfyri valstaðið – tó skulu borgarnir í Danmark vera klárir uppá møguliga tillagingar.

 

Nøkur tøl: *

–       88% av teimum, ið hava fingið bjóðað koppseting, hava tikið av. Longu nú hava yvir 400.000 fólk í Danmark fingið triðja prikið.

–       Í høvuðssmittukelduni (12-15 ára gomul) eru í løtuni 48 fólk pr. 100.000 smittað, av teimum ið eru koppsett. Millum tey, ið ikki eru koppsett, eru í løtuni 153 smittað pr. 100.000.

–       Í síðstu viku vórðu 12.000 koppsett. Vikuna áðrenn tað vórðu gott 9.000 koppsett.

–       Í løtuni eru 303 innløgd á sjúkrahúsi við koronu, harav 36 á intensivari deild. Um somu tíð í fjør vóru 182 innløgd, harav 30 á intensivari deild.

–       Av teimum innløgdu, eru 183 av 303 í Region Hovedstaden (t.e. í høvuðsstaðarøkinum, Keypmannahavn)

*Atlit skal takast til broyting í tølunum. Tølini eru frá somu løtu, at tíðindafundurin var.

 

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, bar fram, at viðgerðir av krabbameini og hjartasjúkum gerst alsamt verri, um vit ikki grípa inn, og basa koronusmittuni. Hetta er millum annað ein av høvuðsorsøkunum fyri, at danska stjórnin nú fer í gongd við at seta tiltøk í verk.

Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustjórnini (les: hægsta fyrisitingarvald í danska heilsuverkinum), sigur, at hann skilur mær fólkið, ið undrast yvir at smittan brádliga økist, samstundis sum talið av koppsettum økist. Hann leggur dent á at koppsetingin riggar. At vit hava heimsins tryggastu koppseting. Ongin koppseting verjir 100%, men tær fyribyrgja ófatuliga væl, sigur Brostrøm. Fyri tað, um koronupass skal vísast, merkir tað ikki, at ongin verður smittaður. Ongin koppseting kann veita 100% tryggleika. Tó so, so er tað ein sannroynd, at koronukoppsetingin økir um tryggleikan. Tað hava ikki altíð verið so mong koppsett, og tí er tað kanska trupult at umgangandi síggja umfatandi úrslit av koronukoppsetingini, sigur hann at enda.

Nevndin Folketingets Epidemiudvalg fer í morgin at atkvøða, hvørt støðan hjá farsóttarkommissjónini, ið viðmælir at korona skal síggjast sum ein samfelagskritisk sjúka, skal viðtakast, ella ikki. Kemur hetta ígjøgnum verður kravið um at vísa koronupass aftur viðtikið. Børn undir 16 ára aldur fara framvegis ikki nýtast at vísa koronupass yvirhøvur.

Ein annar, ið fekk orðið, var Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut. Hann nevnir tað, ið flest øll munnu hugsa: at alt er opið, er betri fyri sálarligu heilsuna hjá øllum – men tað økir um møguleika fyri smittu. Henrik Ullum leggur, eins og restin av panelinum, dent á, at ein grundleggjandi orsøk fyri at lata seg koppseta, er at so kann alt vera opið.

Tíðindafundurin var sum so tað, ið var vænta: ein endurtøka av boðskapinum um koppseting. Við síni síðstu áheitan, um at fólkið skal lata seg koppseta, sigur Søren Brostrøm “Man lever livet farligt den her vinter, hvis man er uvaccineret voksen. Tag nu den vaccination. Delta-varianten er ikke for børn. Den er hellere ikke for voksne!”

Tað verður vænta av flest øllum, at kravið um koronupass, verður sett í verk í næstu viku.